
Leygardagin 26. november kl. 14.00-20.00 verður árligi Marknaðardagurin á Fossánesi. Hesuferð verður Treysti við á einum bási. Har fara tey, sum fara við til Íslands í januar, at selja ymiskt m.a. kjálkar og lippur, okkurt søtt til jóla, ymisk bundin pløgg og annað.
Endamálið er at savna penging inn í samband við Íslandstúrin, sum verður í januar. Tað verða 25 fólk, íð fara yvir í 10 dagar frá 20., meðan higartil 9 onnur koma yvir 27. januar. Øll fylgjast so heimaftur mánadagin 30. januar.
Í Íslandi verður gist á Hotel Ørkin, har gestablídni er í hásæti. Annars verður Reykjavík International Games fyrra vikuskifti. Seinna vikuskiftið verður Stórmót ÍR har børnini og nøkur vaksin fara at luttaka. Undan Stórmót ÍR verður venjingar á skránni í frálíku innandurahøllini til m.a. frælsan ítrótt, sum tey hava í Reykjavík.




















