
Næsta vikuskifti, tvs. 2-4
september og tá Tórshavn Marathon er á skránni, fær Treysti vitjan av Tor
Rønnow, sum fer at halda fyrilestur fríggjakvøldið 2. september kl. 19:30 í EIK Banka í
Klaksvík. Eisini fer hann at halda fyrilestur í Havn dagin fyri Tórshavn Marathon. Sunnudagin fer hann so at renna Tórshavn Marathon.
Tor
Rønnow er annar av rithøvundunum til bókina “ELSK AT LØBE – med marathonbogen”.
Hin rithøvundurin er professarin Bente Klarlund Pedersen.
Tor er kendur, sum virkin skrivari og
marathonrennari ikki bert í Danmark, men í øllum Skandinavia sum heild og
eisini í Týsklandi, har hann er eitt kent andlit í marathonhøpi.
Tor hevur einastandandi góð evnir, at endurgeva og
lýsa marathonrenningar, sum hann luttekur í. Hann hevur luttikið í heili 229
marathon, síðani tað fyrsta í 2004.
Frágreiðingarnar hjá honum eru at finna á
renniheimasíðuni www.dourun.dk umframt á hansara egnu
heimasíðu, sum eitur www.temperance.dk. Hansara egna heimasíða hevur
einar 400.000 “hits” hvønn einasta mánað frá lesarum úr fleiri enn 75 londum
kring knøttin.
Tor er eisini klummuskrivari á www.motionslob.dk og síðani fyri kortum eisini
hjáwww.motiondanmark.dk.
Í seinastu útgávu er ein fín grein um
Tor í “løbemagasinet”, sí meira á www.lobemagasinet.dk.
Privat er Tor pápi at trimum
dreingjum, sum hann hevur annað hvørt vikuskifti, so rytman hjá honum er
reglulig: annaðhvørt vikuskifti er tað tíð til eitt ella tvey marathon.
Viðvíkjandi náttúru so er Tor ein “frelstur
fjallatuskari” síðani barnaárini, so at skula luttaka í Tórshavn Marathon er ein
uppliving, sum leingi hevur staðið ovarlaga á ynskilistanum.
Tor hevur einastandandi góð evnir, at endurgeva og lýsa marathonrenningar, sum hann luttekur í. Hann hevur luttikið í heili 229 marathon, síðani tað fyrsta í 2004.
Tor er eisini klummuskrivari á www.motionslob.dk og síðani fyri kortum eisini hjáwww.motiondanmark.dk.
Í seinastu útgávu er ein fín grein um Tor í “løbemagasinet”, sí meira á www.lobemagasinet.dk.
Privat er Tor pápi at trimum dreingjum, sum hann hevur annað hvørt vikuskifti, so rytman hjá honum er reglulig: annaðhvørt vikuskifti er tað tíð til eitt ella tvey marathon.
Viðvíkjandi náttúru so er Tor ein “frelstur fjallatuskari” síðani barnaárini, so at skula luttaka í Tórshavn Marathon er ein uppliving, sum leingi hevur staðið ovarlaga á ynskilistanum.




















