fjal

Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

TF Klaksvík ½-marathon

Høvuðsstuðul:

Aðrir stuðlar:








Aðrir stuðlar:





















Ein sera glaður Gunnar vann bronsu í 600m

Íðkararnir úr Treysti stóðu seg væl í Stórmót ÍR 2012. Teir komu heimaftur við 3 gull, 1 silvur og 2 bronsuheiðursmerkjum, umframt 17 bólkametum og hópin persónligum metum.

 

  
Venjing í høllini

Hóskvøldið var "føroysk" menu við góðari turrari grind og spiki frá Andreas og turrum fiski frá Martin.

 
Føroysk menu

Fríggjadagin øktist ferðalagið úr 25 fólkum upp í 39 fólk. 10 komu úr Føroyum og fýra úr Grønlandi. Fríggjadagurin bleiv brúktur til at slappa av og “løða” til kappingarnar um vikuskiftið.

 
Skúlagond var hvønn gerandisdag millum kl. 9-11

Fríggjakvøldið var møti við Jan Johannesen, og har sang eitt fitt gentukór úr Treysti, undir leiðslu av Sólfríð og Hans Michael. Í seinasta lagi klokkan 22.00 skuldi vera friður og øll børnini farin í song. 

 

  
Bæði stór og smá bundu nógv hesar dagarnar

Leygarkvøldið eftir loknar kappingar var “sunnudagsskúli” har gentukórið aftur sang nakrar barnasangir, spøl og spurnakapping á skránni.

 
Gentukórið undir venjing

 
Hans Michael bjóðar vælkomin og gentukórið syngur

Sunnudagin eftir at kappingarnar vóru lidnar, var fyrst farið í heitar pottar og seinni fóru so øll út at eta. Hendan dagin fylti Maria Josephsen 8 ár.

Kappingarnar vardu frá leygardag frá kl. 09.00 til umleið kl. 17.00 og sunnudag frá kl. 10.00 til kl. 17.00. Fyrstu íðkararnir vóru í høllini áðrenn kl. 8.30, og tá var longu ein rúgva av fólki komin í høllini. Tað er nokkso rokaligt, serliga fyrrapartin, tí tá kappast øll tey yngru børnini, og tey eru rættiliga nógv í tali. Í onkrari grein í onkrum aldursbólki vóru yvir 50 luttakarar við. Einu løtini hevði Treysti 5 íðkarar í kapping samstundis í 5 ymiskum greinum!

Fyri børn 10 ár og yngri verður “kappast” í tí vit kenna sum Kids Athletics. Børnini verða bólka sundur í 9-10 ár og 8 ár og yngri. 

Eldru børnini kappast í hvør sínum árgangi tvs. 11 ár, 12 ár, 13 ár, 14 ár, 15 ár og so blívur tað 16-17 ár og elsti bólkur er 18 ár og eldri.

 
Vibeka og Maria í Kids Athletics. 

 
Cecilia og Christian "ofra" seg fyri sakini

  
Rakul Ró rennur um hekk

Fleiri myndir frá "Kids Athlics", sum ein íslendari hevur tikið eru at finna her

Í samband við met, so verða uttandura og innandura úrslit samanborin og skrásett hvør sær, soleiðis at talan blívur um met uttandura og met innandura.

 
Gutti og Magnus Pauli fáa stóra Treystaflaggið at hanga. Kvinnurnar á túrinum

Tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at føroyingar eru farnir uttanlands at taka lut í innandurakappingum, og tí eru nógv av hesum bólkametum rættiliga “ung” og í einstøkum greinum í einstøkum bólkum er onki úrslit skrásett. Hesar báðar dagarnar í Laugardalshøllini settu føroysku íðkararnir úr Treysti og Hvirluni ikki færri enn 46 bólkamet. 11 vóru betringar av áðursettum meti, meðan tað í 35 førum varð talan um fyrstu skráseting av meti.

 
Oddvør førir á 600m og Maria liggur á triðjaplássi

Úrslitini hjá Treysti blivu:

Gentur 11 ár (2001)
60m Oddvør Josephsen ’01   9,91 sek. Bólkamet g-11
60m Rutt Gregersen ’01 10,73 sek.
60m Maria Biskopstø ’02 10,82 sek.
60m Birita Ryan ’02 dnf

  
Birita í longdarlopi og Rutt í 600m

600m Oddvør Josephsen ’01 1.56,12 min. Bólkamet g-11 og gull
600m Maria Biskopstø ’02 2.01,11 min. Bólkamet g-10 og bronsa
600m Rutt Gregersen ’01 2.17,37 min. 

 
Oddvør og Maria á sigursskamlinum eftir 600m

Longd (zona) Oddvør Josephsen ’01 3,25m Bólkamet g-11
Longd (zona) Birita Ryan ’02 3,12m Bólkamet g-10
Longd (zona) Maria Biskopstø ’02 2,94m
Longd (zona) Rutt Gregersen ’01 2,47m

Kúla (2kg) Oddvør Josephsen ’01 5,85m Bólkamet g-11
Kúla (2kg) Birita Ryan ’02 5,24m Bólkamet g-10
Kúla (2kg) Maria Biskopstø ’02 4,69m
Kúla (2kg) Rutt Gregersen ’01 4,19m

 
Hans rennir 600m, meðan Magnus Pauli roynir seg í kúlustoyti

Dreingir 11 ár (2001)
60m Hans Sivertsen ’01 11,58 sek.
600m Hans Sivertsen ’01 2.26,79 min.
Kúla (2kg) Hans Sivertsen ’01 6,16m Bólkamet d-11
Longd Hans Sivertsen ’01 2,55m 

  
Elin Kristina vann sín riðil í 200m

Gentur 12 ár (2000)
60m Elin Kristina Ryan ’00 10,92 sek.
200m Elin Kristina Ryan ’00 36,16 sek. Bólkamet g-12
60m hekk Elin Kristina Ryan ’00 14,67 sek. Bólkamet g-12
Kúla (2 kg) Elin Kristina Ryan ’00 5,08m
Longdarlop Elin Kristina Ryan ’00 2,94m
(í 60m hekk og 200m rann hon í bólkinum gentur 13 ár)

 
Monika Pernille í 60m hekkurenning

  
Martha stoytir kúlu                                           Martha rennir 60m

Gentur 13 ár (1999)
60m Monika P. Jacobsen ’99  9,89 sek.
60m Martha Josephsen ’99 10,87 sek.
200m Monika P. Jacobsen ’99 32,82 sek.
200m Martha Josephsen ’99 dsq
600m Monika P. Jacobsen ’99 2.10,59 min. Bólkamet g-13
600m Martha Josephsen ’99 2.18,80 min.
60m hekk Monika P. Jacobsen ’99 13,06 sek.
Longd (zona) Monika P. Jacobsen ’99 3,54m
Longd (zona) Martha Josephsen ’99 2,76m
Kúla (2 kg) Monika P.Jacobsen ‘99 7,55m
Kúla (2 kg) Martha Josephsen ‘99 5,01m

  
Gunnar vinnur sín riðil í 600m                          Spenningir var um endaligu tíðina

  
Hans Jákup (gulur) vinnur sín riðil í 60m          Gunnar vinnur sín riðil í 200m

Dreingir 13 ár (1999)
60m Hans Jákup Glerfoss ’99   9,44 sek. 
60m Gunnar Sivertsen ’99   9,52 sek. 
200m Gunnar Sivertsen ’99 30,96 sek. 
600m Gunnar Sivertsen ’99 1.48,77 min. Bólkamet d-13 og bronsa 
800m Gunnar Sivertsen ’99 2.36,17 min. 
Longd Hans Jákup Glerfoss ’99 3,52m 
Kúla (3kg) Gunnar Sivertsen ’99 7,94m Bólkamet d-13 
(Gunnar rann 800m í bólkinum 14 ár) 


 
Julian hevur nógv góð evnir

Dreingir 14 ár (1998)
60m Julian Gregersen ’98   9,04 sek.
60m hekk Julian Gregersen ’98 11,66 sek.
200m Julian Gregersen ’98 29,36 sek.
Longdarlop Julian Gregersen ’98 4,13m
Kúla (4kg) Julian Gregersen ’98 6,42m Bólkamet d-14

 
Mikkjal rann á breyt fyri fyrstu ferð og rann góðar tíðir

Dreingir 15 ár (1997)
60m Mikkjal á Bergi ’97 8,25 sek.
200m Mikkjal á Bergi ’97 27,15 sek. Bólkamet d-15

 
3.000m feltið leggir til brots, og tá avtornar setir Einar bólkamet við 9.52,34 min.

 
Dreingir 16-17 legga avstað í 1.500m                Einar kemur spurtandi móti málinum á fremstaplássi

Dreingir 16-17 ár (1995-1996)
1.500m Einar Gregersen ’95 4.26,25 min. Bólkamet d-17 og gull
3.000m Einar Gregersen ’95 9.52,34 min. Bólkamet d-17 og gull

So tað kann staðfestast at vit eiga fleiri ungar evnaríkar íðkarar í felagnum, og eru vit í felagnum sannførd um, at høvdu vit rennibreyt í Klaksvík, so høvdu úrslitini verið uppaftur betur.

 

 

 

  

Menn 18 ár og eldri (-1994)
1.500m Guttorm Sørensen ’68 4.27,80 min. Silvur
1.500m Borgar Biskopstø ’62 4.38,21 min.
1.500m Andreas Josephsen ’68 5.08,82 min.
3.000m Guttorm Sørensen ’68 9.43,02 min.
3.000m Borgar Biskopstø ’62 10.07,71 min.
3.000m Andreas Josephsen ’68 11.09,44 min.
3.000m Filip Sivertsen ’74 13.29,21 min.
3.000m Martin Sivertsen ’73 13.45,30 min. 

Samanumtikið bleiv hetta enn ein sera væleydnaður túrur í Íslandi. Ein sera stór tøkk til Hotel Ørkin, við Hans Michael og Sólfríð á odda, fyri sera stórt gestablídni. Eisini ein stór tøkk til stuðlarnar.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum. Øll úrslitini eru at finna her.

 
Hugni og kvinnurenning eftir loknar kappingar

 
Hugni og kvinnurenning eftir loknar kappingar 

  
Børnini so fitt úti og eta         Glaðir Treysta-rennarar eftir 1.500m

 
Sum móðir, so sonur. 

 
Soleiðis kann ein shoppingtúrur enda :)          Pizzur á skránni

  
Gabriel og Hans Michael.                                   Lítla Ranvá var stórsmílandi allan túrin :))