Náttarrenning leygarkvøldið

Heri, Andras og Jón vóru væl nøgdir við fyrstu Náttarrenningina
Treysti royndi á fyrsta sinni, at skipa fyri Náttarrenning í smb. við Tunnilsdagin 27. februar í ár. Síðani tá er skipað fyri Náttarrenning í smb. við hinar báðar tunnilsdagarnar, sum vóru 1. mai og 25. september.
Nú er aftur Tunnilsdagur á skránni leygardagin 11. desember, og í tí sambandi skipar Treysti fyri seinastu Náttarrenning í ár.
Runnið verður kl. 22.00 frá Svimjihøllini. Teinurin, sum rennast/gangast skal, er einar 5 kilometrar. Farið verður frá Svimjihøllini, út móti Norðoyri at venda og sama veg heimaftur. Runnið verður m.a. eftir gøtuni út í Grøv og aðrastaðni har ongin gøtuljós eru, og tí mugu luttakararnir hava pannulykt og endurskinsvest.
Eftir renningina er møguleiki hjá luttakarunum at sleppa í Svimjihøllina í sauna, heilsukliva og brúsubað. Startnummarið gevur ókeypis atgongd til Svimjihøllina, um ein hevur hug til tað. Talan verður ikki um rennikapping. Í Svimjihøllini verður frukt, okkurt leskandi og annað gott til luttakararnar aftaná renningina.
Tilmelding fer fram í Svimjihøllini frá kl. 21.00, og kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 100.
Leinkja til myndir á Norðlýsið frá fyrstu Náttarrenningini er her.




















