fjal

Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

TF Klaksvík ½-marathon

Høvuðsstuðul:

Aðrir stuðlar:








Aðrir stuðlar:





















Frá Strandferðsluni verður nú staðfest, at SAM ikki verður klárur at sigla í morgin. VILJIN røkir siglingina, og vit hava fingið 3 aðrar bátar at flyta fólk til og frá Kalsoynni. Nøkur fólk, sum ætla at ganga, fara kl. 8.00 við VILJANUM. 

VILJIN og hinir bátarnir sigla kl. 10.00 av Klaksvík, verður tað neyðugt, so sigla bátarnir eykatúr beinanvegin. Siglt verður frá Bátabrúgvunum niðanfyri Keypsamtøkuna (FK). Umboð frá Treysti leiðbeina á staðnum.

Renningin byrjar tá øll tey luttakandi eru komin til Syðradals. 

Bussur koyrir luttakarar aftur til Syðradals. Kostnaðurin er kr. 30 við bussinum. Fyrsti túrur verður eftir ætlan beint eftir kl. 13.00. Ætlanin er eisini at fáa ein eykatúr við bussinum, tá hann verður aftur á Trøllanesi kl. 15.10. Tvs. umleið kl. 15.15 av Trøllanesi. 

VILJIN siglir kl. 14.40 og 17.35 tá er eisini bussamband við leið 506 kl. 14.00 og 17.00 av Trøllanesi. 

Vatn verður at fáa uttanfyri fyrsta tunnilin, sum er eftir einar 7 kilometrar. 

Tað eru eini 110 fólk í hava boðað frá luttøku. 

Minnist til skiftiklæðir og pannulykt. Bilur koyrir skiftiklæðini til Trøllanes.

Vit biðja luttakararnar um at verða tolnar og bera yvir við ferðasambandinum í morgin :)

Er okkurt at spyrja um, so ber til at ringja til Gutta á tlf. 230210.