
Nú er aftur jólaborðhald á skránni. Eins og undanfarin ár, so verður tað í róðrarneystinum í Árnafirði. Tað verður fríggjadagin 2. desember kl. 19.30.
Ætlanin er eisini, hjá teimum í hava hug, at renna norður til Árnafjarðar. Runnið verður frá Badmintonhøllini beint eftir "Sirkulvenjingina", sum endar kl. 18.00.
Øll verða biðin um at møta stundisliga kl. 19.30. Ein má sjálvur syrgja fyri flutningi til og úr Árnafirði.
Øll verða biðin um at taka ein lítlan pakka við á maks kr. 50,-.
Mandlugáva verður eisini burturlutað.
GEVIÐ GÆTUR: Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 29. november.
Sangurin rungar um allan Árnafjørð
----------------------

Staður: - Róðrarneystið í Árnafirði
Dato: - 2. desember
Klokkan: - 19.30
Prísur: - kr. 250,-
Matarskrá:
- Forrættur: Rækjubland
- Høvuðsrætttur: Dunna við Waldorfsalat
- Dessert: Ris a la mande
Tilmeldingarfreist: - 29. november
Tilmelding: - við at flyta kr. 250,- á kontu 9181-149.39.40 í EIK í seinasta lagi 29. november, og viðmerk JBH og navn.
Aldurmark: - 16 ár
Avmarkað pláss: - pláss er fyri 120 fólkum
Heðin helt eina góða røðu í 2009




















