
Seinasta vikuskifti vóru Gutti og Borgar við til DM fyri veteranar, sum var hildið á Hvidovre Stadion leygardagin og sunnudagin.
Borgar og Gutti umboðaðu Vejle IF í Veteran DM
Veteran DM er skipað í aldursbólkar har fimm árgangir kappast saman. Bólkarnir eru: 30-34, 35-39, 40-44, 45-49, 50-54, 55-59, 60-64, 65-69, 70-74, 75-79, 80-84 og 85-89. Gutti, sum er føddur í 1968, luttók í bólkinum 40-44 ár, meðan Borgar, sum er føddur í 1962, luttók í bólkinum 45-49 ár.
Leygardagin runnu Gutti og Borgar 1.500m og sunnudagin 5.000m. Ilt er at meta um hvussu venjingarstøðan hjá teimum ymisku kappingarneytunum er. Gutti ætlaði at renna umleið 4.30 og tað svarar til 72 sekund pr. 400m og tað gekk væl. Teir runnu saman við 30-34 og 35-39.
Gutti (í grønum) kemur framvið eftir 400m og er á odda í sínum bólki
Fyrsta umfar bleiv runnið uppá 71 sekund, og lá Gutti á odda í sínum bólki. Næsta uppá 72 sekund, tvs. 800m uppá 2.23 min. Triðja umfar bleiv eisini runnið uppá 72 sekund og klokkan vísti 3.35 min. og var Gutti framvegis á odda, men beint eftir 1.200m fór ein kappingarneyti framum Gutta. Hesin lá einar 2-3 metrar frammanfyri, og hevði hug at venda sær fleiri ferðir, fyri at vita hvør elti hann. Tá hann byrjaði uppá sínar 100 metrar, var Gutti framvegis einar 2 metrar aftanfyri. Gutti setti sær so fyri, at spurta alt tað hann var mentur seinastu 100 metrarnar, og tá tað bert restaðu einir 30-40 metrar, byrjaði orkan hjá hinum veruliga at ganga undan og hann "stívnaði", og rann Gutti frá honum seinastu metrarnar og á mál sum danskur meistari í 1.500m í bólkinum 40-44 ár! Tíðin bleiv so góð sum 4.23,55 min. so seinastu 300 metrarnar hevur ferð verið á Gutta.
Borgar uttast til høgru spennir avstað í 1.500m
Beint eftir skuldi Borgar royna seg í 1.500m. Teir runnu saman við 50-54. Vanen tro legði Borgar hart út. Fyrsta umfar uppá 66 sekund og næsta umfar uppá 71 sekund, tvs. 800 metrar uppá 2.17 min.! Nú var Borgar á øðrumplássið av øllum. Harða útleggið byrjaði nú at merkjast.
Bronsuheiðursmerkið er tryggjað, men tað var hart
Men harður, sum Borgar altíð er, so stríddi hann seg til eitt flott triðjapláss og bronsuheiðursmerkið í DM fyri veteranar. Tíðin hjá honum bleiv so góð sum 4.35,70 min.
Carsten Sørensen, Jan Hybner Pedersen og Borgar eftir 1.500m
Gutti og Borgar avmyndaðir saman við liðfeløgum úr Vejle IF, beint eftir 1.500m
Sunnudagin skuldu teir so renna 5.000m, sum er 12½ umfar á breytini. Var tað heitt at renna 1.500m, so bleiv tað uppaftur heitari tá 5.000m skuldu rennast. Hitin var omanfyri 20 stig. Eftir ein góðan 1.500m frá degnum fyri, vóru beinini hjá teimum nokko tung. Í bólkinum hjá Gutta, sum aftur hesaferð rann saman við 30-34 og 35-39, vóru seks rennarar til start. Nokkso skjótt var tann eini í bólkinum langt frammanfyri, meðan Gutti og tveir aðrir komu at stríðast um silvur- og bronsuheiðursmerkir. Gutti og annar av teimum funnu fínt samstarv og skiftust um at føra eitt umfar hvør.
Hesir eru allir í sama bólki og kappast um silvur og bronsu. Gutti bleiv nummar tvey, tann hvíti nummar trý og tann blái nummar fýra
Men tá teir byrjaðu at nærkast endanum vildi hin ikki framumaftur, so Gutti setti ferðina niður, fyri at spara kreftir til seinast. Tá teir fóru út á seinasta umfar lá Gutti til silvur. Hann økti spakuliga ferðina, men hinir báðir fylgdu væl við. Tá tað manglaðu 200 metrar setti Gutti uppaftur meir ferð á, men hinir fylgdu framvegis við. So seinastu 100 metrarnar, setti Gutti tann seinasta endaspurtin inn. Hinir fylgdu væl við, men Gutti megnaði at hava teir báðar aftanfyri, og at renna seg til eitt silvurheiðursmerkið við tíðini 17.02,06 min.
Gutti á sigursskamlinum eftir 5.000m renningina
Borgar hevði ein dreym um at renna undir 17 minuttir fyri fyrstu ferð. Tað svarar til 3.24 min. fyri hvørjar 1.000 metrar og 81,6 sekund fyri hvørt umfar. Men hann var greiður yvir at tað bleiv sera trupult í hitanum, sum gjørdi um seg sunnudagin. Teir runnu aftur hesuferð saman við 50-54.
Fyrstu 2.000 metrarnar lá tíðin til at blíva undir 17 min.
Útleggið var harðari enn Borgar ætlaði og bleiv runnið uppá 79-80 sekund tey fyrstu umførini, sum svarar til undir 16.40 min.. Borgar lá tá væl fyri aftastur í feltinum, men tað var longu dragnað aftur til teir næstu. Hann royndi at fylgja við, og kláraði tað væl eina løtu, men so fór hitin og 1.500m at merkjast í beinunum, og hann mátti seta ferðina niður.
Borgar royndi at renna við feltinum so leingi sum møguligt
Tað gjørdist eisini greitt, at ein tíð undir 17 min. mátti bíða til eina aðru ferð. Seinastu 2.000m metrarnar vóru sera harðir hjá Borgari. Men hann helt til eitt gott fimtapláss við tíðini 17.26,77 min. Borgar fyrireikar seg til Berlin Marathon, og eftir 5.000m bleiv tað til ein 10 km avjoggitúr!!!
Samanumtikið var hetta ein sera góður túrur og ein góð kapping. Og tað at teir báðir koma aftur við gull, silvur og bronsu er sera, sera flott. Tað vísir at vit eiga sera góðar veteranar í felagnum.
Elsti kvinnuligi luttakarin var fødd í 1930 og luttók sostatt í bólkinum 80-84 ár, meðan elsti mannligi luttakarin var føddur í 1926 og luttók sostatt í bólkinum 85-89 ár. Ein maður, sum er føddur í 1935, rann m.a. 5.000m uppá 21.49 min.!
Jeggi og Regin Reinert vóru komnir at stuðla føroyingunum. Borgarhjørt gjørdist danmarksmeistari í 5.000m í bólkinum K45-49
Gutti og Evald við Garð, sum vann silvur í 800m í bólkinum 35-39.
Rigmor Østerlund (f.1943) úr Vejle IF rann 5.000m uppá 22.39 min.!
Hesin 76-ára gamli rann 5.000m uppá 21.49 min.!!
Fleiri myndir frá Veteran DM eru at finna í myndasavninum.




















