
Vetrarvenjingin hjá Treysti hevur fingið sera góða undirtøku. Hvønn týsdag, tá flest møta, hava higartil verið eini 60 fólk til hvørja venjing. Fríggjadag, tá sirkulvenjing er á skránni, hava verið millum 30 og 40 fólk.
Hósdag er uttandura venjing. Í gjár bleiv vant á fótbóltsvøllinum og møttu heili 40 fólk! Tað verður vant á vøllinum frá nú av og so leingi tað er møguligt.
Børnini hava vant tvær ferðir og hava eini 25-30 børn møtt.




















