fjal

Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

TF Klaksvík ½-marathon

Høvuðsstuðul:

Aðrir stuðlar:








Aðrir stuðlar:





















TF Klaksvík ½-marathon rutan

Her er leinkja til ½-marathon rutuna, sum verður í Klaksvík 5. mai. Trýst á leinkjuna niðanfyri, so kemur ein inn á eina aðra síðu, har til ber skrolla og harvið  "zooma" inn og út á rutuni. 

Við at trýsta á "Satellit", so sær ein myndakort og við at trýsta á "Hybrid", so sær ein hvussu gøturnar eita. 

Á síðuni til vinstru ber eisini til at útrokna ymist. 

Startur og mál verða frammanfyri Gamla Kirkjugarð. 

Eitt umfar er 7 kilometrar, so rutan skal rennast tríggjar ferðir fyri at fáa 21,1 km.

LEINKJA:  TF Klaksvík ½-marathon

Rutan í orðum: byrjað verður frammanfyri Gamla Kirkjugarð, runnið verður út eftir Klaksvíksvegnum og Stoksoyravegnum út til Kelduskákið, har verður runnið niðan til Torvgøtu og víðari úteftir, og so oman á Stoksoyravegin, síðani heimeftir Stoksoyravegnum og Klaksvíksvegnum. Við Rundkoyringina við Posthúsið verður snarað norðureftir Biskupstøðgøtu, og víðari norður eftir Nólsoyar Pálsgøtu og Stangavegnum heilt norður til Nema (Com-Data) at venda, og so heimeftir aftur eftir Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøtu og Biskupstøðgøtu. Á Biskupstøðgøtu verður snarað inn eftir Skúlavegnum yvir móti KFUM og so til høgru yvir móti EIK og Gamla Kirkjugarði.