
Um vikuskiftið varð FM fyri ung hildið á Tórsbreyt. Treysti hevði nakrar ungar íðkarar við og teir allir kláraðu seg væl. Tey komu norður aftur við 39 einstaklingaheiðursmerkjum. 10 gull, 15 silvur og 14 bronsur varð úrøkan og harumframt fingu nøkur teirra heiðursmerkir í boðrenningum (staffet).
FM fyri ung er fyri íðkarar, sum fylla millum 8 ár og 19 ár í ár. Kappast verður í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár og 18-19 ár.
Bólkurin 8-9 ár kappast í fimm greinum. 10-11 kappast í seks greinum. 12-13 kappast í átta greinum og teir eldru í nýggju greinum.
Tey sum luttóku úr Treysti vóru:
8-9 ár Rúnar A. Sigurðsson, Josian Hvannastein, Andrias Samuelsen, Jákup Fossá og Benjamin J. Havn
8-9 ár Debora Hvannastein, Rannvá Ryan, Jennhild Lydersen og Durita Davidsen
10-11 ár Kára A. Sigurðsson, Natalia Lydersen og Tabita Hvannastein
12-13 ár Lisa T. Venned
14-15 ár Vibeka Sivertsen og Bjørt A. Sigurðsson
16-17 ár Maria Biskopstø og Sólvá A. Sigurðsson
Øll úrslitini eru at finna her: FMU 2019
Myndirnar niðanfyri hevur Bjørg Svabo tikið og fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni á www.hvirlan.fo