fjal

Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

TF Klaksvík ½-marathon

Høvuðsstuðul:

Aðrir stuðlar:








Aðrir stuðlar:





















Borgar og Karin avmyndaði í Berlin dagin fyri marathon renningina

BMW 38.Berlin marathon,25.09.2011 - Ferðafrásøgn eftir Karin K. Petersen

Eftir at hava runnið nøkur marathon síðstu árini, er túrurin komin til at luttaka í einum av teimum stóru, hesaferð Berlin marathon. Fyrireikingin byrjaði longu til summarrenningina, har mest varð hugsað um ferð. Dúgliga varð vant bæði intervallir, fartleg og 10,20,30 háttin saman við Treystinum.  Í juli fór eg undir teir longru túrarnar sunnudagar, har teinurin var øktur líðandi úr 10 km til 30 km. Tann síðsti langi túrurin var Kalsoyarrenningin, 17 km í róligum tempo 2 vikur áðrenn fari varð til Berlin.

Hósdagin 22. september fóru vit so hugagóð avstað við Atlantsflog. Veðurforsøgnirnar søgdu umleið 20 hitastig sunnudagin tá vit skuldu renna. Ok, men helst ikki meir enn tað hugsaðu vit. Klokkan 8.00 fríggjamorgunin møttu vit á Ný Ellebjerg togstøðini, har bussar frá Marathon Rejser komu eftir okkum. Her komu Susan og Eyðfinn eisini, so hugnaligt var at onkur av teimum mongu føroyingunum sum luttóku skuldu við sama bussi sum vit.

Túrurin gekk væl. Aftaná góðar 2 ½ tíma vóru vit í Gedser. Har vit kundu njóta sólina eina løtu, inntil vit sluppu við bátinum til Rostok. Túrurin tók 1 ½ tíma. Síðani hildu vit fram í bussi til Berlin, har vit vóru út á seinnapartin. Bussurin koyrdu okkum beinleiðis til Marathon Expo, sum lá í útkantinum av Berlin. Her var ein ørgrinna av seljarum, sum royndi at selja alla hugsandi ítróttarútgerð. Sjálvandi skuldu vit ígjøgnum allar hallirnar fyri at fáa fatur á nummari og chip. Hetta var ein longri gongutúrur. Tað var ikki rættuliga tíð til at keypa eisini, tí vit skuldu verða aftur í bussinum1½ tíma seinni.


Karin og Susan í Expo


Borgar uttanfyri Expo

Langt um leingi komu vit troytt til hotellið, sum lá ein góðan kilometur frá startinum. Susan búði nærhendis. Morgunin eftir varð skipa fyri eini róligari morgunrenning á 6 km. Eftir ein góðan morgunmat vit øllum tilhoyri, kom bussurin á hotellið eftir okkum, og koyrdi okkum til Charlottenburgð , har renningin byrjaði. Her vóru eisini nógv fólk. Sólin bakaði niður og vit hugsaðu um dagin í morgin. Her møtti vit einum rennara úr Bragdinum, Dan Knudsen, men ikki fleiri av føroyingunum. Túrurin var hugnaligur og endaði á kenda olympiska stadium, sum í dag er heimavøllur hjá Hertha Berlin. Her er pláss fyri 80.000 áskoðarum og runt um vøllin er ein blá rennibreyt við 8 breytum. Eg sendi mínar hugsanir til Klaksvík og ynskti mær hesar umstøðurnar heima hjá okkum.


Karin á Olympiska Stadion í Berlin

Uttanfyri stadion fingið vit kaffi, vatn, yoghurt, frugt og bollar, og kundu hugna okkum í sólini inntil bussurin koyrdi okkum aftur til hotellið. Vit høvdu restina av degnum fyri okkum sjálvi. Eg fór út at hyggja í handlar, meðan Borgar fór ein túr at hyggja eftir startøkinum. Her møtti hann Henry Olsen og Súna Jacobsen, sum vóru komnir úr Føroyum sama dag. 


Karin, Susan og Dan renna morgunrenning


Eftir rennitúrin var hugni á skránni

Í Berlin eru nógv tiltøk í samband við Marathon renningina. Hendan leygardagin rendi Borgar seg í Innliner skating og í mini maraton, har eini 8000 børn luttóku.

Vit ótu sum vant døgurða hetta kvøldið, sum vit høvdu tikið við úr Føroyum. Turran fisk, spik og epli. Nokk av protein og salt; eitt satt ritual. Aftaná fóru vit ein túr til tað gamla kenda vøruhúsið KaufHaus Der Vest at fáa okkum ein kaffimunn. Nú var bert eftir at fara tíðliga í song og vera klár til stóru avbjóðingina dagin eftir.

Sunnudagin 25. September klokkan 6.00 fóru vit úr songini at fáa okkum at eta. Egg, breyð, frugt og kaffi. Matstovan var full av rennarum og øll sóu út til at vera klár. Klokkan 7.00 kom bussurin og koyrdi okkum til startøkið, sum var við Ríkisdagin. Startøkið var eitt risastórt innihegna øki, sum skuldi taka ímóti 40.000 rennarum. Vit vóru har næstan tveir tímar áðrenn start, men tað var bara gott, tí nú sluppu vit framat vesum og at avlevera posar við skiftiklæðum, áðrenn renningin byrjaði. Hálvan tíma áðrenn start fóru vit út á plássini. Tá eg kom á mín startblokk, var Susan longu har, so vit kundu hugna okkum inntil startskotið var latið av. Himmalin var púra klárur, sjálvt um hitin ikki var so nógvur enn.  Har vóru fólk so langt sum eyga rakk, og meir klokkan nærkaðist 9.00 meir fólk løgdust til.

Eg hevði tilmeldað meg við tíðini 4.10, men ivaðist um hetta mundi halda, hóast alla venjingina í summar. Tað bleiv heili 25 hitastig til renningina, og tað er ikki tað besta tá man hevur vant í regni og vindi í Føroyum, og hitin sjálvdan hevur verið meir enn 10 stig. Ferðhaldarar vóru á rutuni, og eg hugsaði at halda meg til teir, sum runnu eftir at koma á mál við tíðini 4.00 tímar. Hetta gekk væl, heilt upp til einar 24 kilometrar. Í byrjanini virkaði tað ov róligt, men eftir hesar 24 kilometrarnar byrjaði psykiska møðin at koma yvir meg. Hvat geri eg her? Hugsaði eg millum annað. Men eg mannaði meg uppaftur og royndi at fylgja við ferðhaldarunum inntil 30 kilometrar vóru farnir aftur um bak. Tá vóru teir so mikið frammanfyri meg, at eg mátti lata teir fara. Men enn hevði eg mót til at klára tíðina 4.10. Komin 32 kilometrar fór ferðin hjá mær ov langt niður, so eg kom um Brandenburger Tor við tíðini 4.17 og um málstrikuna við tíðini 4 tímar og 18 minuttir. Mín besta tíð, so eg var nøgd hóast 4.10 var málið hjá mær.

Borgar, sum setti sær fyri at klára tíðina 2.50!, kom á mál við tíðini 2 tímar og 49 minuttir, so hann var eisini sera væl nøgdur.

Stuttligt var eisini, at nýtt heimsmet varð sett hendan dagin av kenyanska rennarinum Markau Patrick við tíðini 2 tímar og 3 minuttir og 38 sekund. So sjálvt um vit ikki møtti honum, hava vit tó runnið í fótasporunum hjá honum.

Um rutuna í Berlin er at siga, at slættari ruta finnist ikki. Onki ið líkist eini brekku er nakra staðni. Tá tú rennur ímillum 40.000 onnur fólk og heldur eina ávísa ferð, verður ein borin langt av at fylgja streyminum. Øll renna við áleið somu ferð. Harumframt eru umleið 1.000.000 áskoðarar, so tá ein hevur hug at steðga fara fólkini at heppa. Ein góð kensla. Nógvir tónleikabólkar vóru eisini úti á gøtunum, so stemningurin var eisini tilstaðar.

Ein er eisini sjónligur í gula treysta vestinum. Komin eini 10 km spurdi ein rennari meg um eg var føroysk. Hetta var Valborg Heinesen, sum var komin úr Póllandi at royna seg. Hon setti ferðina upp so henni møtti eg ikki aftur.

At renna runt í einum stórbýi er eisini spennandi og nógv er at síggja. Á hesi rutuni eru til dømis Postdamer Plats,  Brandenburger Tor og so framvegis.

Komin á mál skuldi eg finna Borgar frammanfyri Ríkisdagin. Eg fekk mær posan har vatn og ymiskt at eta var í, síðani fann eg Borgar og so var bara eitt at gera; leggja seg í sólina, eta, drekka og sleppa av við krampa, sum best bar til. Har sólaðu vit okkum í nakrar tímar, ímillum túsundavís av fólki, inntil klokkan fór at halla. Vit fóru til hús at skifta og síðani út at eta, áðrenn ferðin gekk heimaftur mánadagin á middegi.

Sunnukvøld, medaljurnar eru heima, Brandenburg Tor

Ferðin var at enda komin, og hetta var eitt maraton vit bæði kundi hugsa okkum at runnið aftur, tó við eitt sindur lægri hitastigum.