
Maria rann saman við Oddvør allan teinin av Syðradali til Trøllanes
Burtursæð frá 2009 tá 130 luttóku (Rúsdrekkasøla Landsins hevði einar 30 luttakarar við) so var talan um størsta luttøkutal hesuferð, og tað eru vit í Treysti ómetaliga fegin um og stolt av. Umleið 110 luttakarar runnu, gingu og súklaðu teinin í ár.
Veðrið var av tí allarbesta, bert nakrir fáir dropar tá ein kom út úr Trøllanestunlinum, og sum Eileen segði í 3-2, so var tað akkuurát tað ein hevði brúk fyri.
Ferðingin til og frá Kalsoynni, nú SAM var á sleipistøð, bleiv avgreidd við Viljanum og góðari hjálp frá Heina Gregerssen, Andreas Josephsen og Jón Rasmussen, sum sigldu fólk aftur og fram við egnum bátum.
Á Trøllanesi vóru tey, sum altíð, sera blíð og borðreiddu við fiskasuppu, kaffi og køkum.
Myndir frá túrinum, sum Gutti tók meðan hann rann, eru at finna í okkara myndasavni og leinkja til myndir sum Jákup Jacobsen tók er her.
Aftur í ár var niðurlagið: EIN FANTASTISKUR TÚRUR !




















