
Úrslitini í Íslandi hjá Einari Gregersen og Gunnari Sivertsen vóru so mikið góð, at teir runnu undir B-kravið hjá FÍF. Tað hevur við sær, at teir báðir í 2012 verða partur av bruttohópinum, og sostatt við til allar venjingarlegurnar hjá Talentbólkinum.
Einar náddi undir B-kravið, sum er 4.28,0 min. á 1.500m, tá hann rann teinin uppá 4.26,25 min. A-kravið er 4.22,0 min.
Gunnar náddi undir B-kravið, sum er 1.49,0 min. á 600m, tá hann rann teinin uppá 1.48,77 min. A-kravið er 1.45,0 min.
Um teir náa undir A-kravið áðrenn summarið byrjar, so sleppa teir uttanlanda í summar til kapping við Talentbólkinum.
- Eg eri sera væl nøgdur og stoltur av teirra avrikum í Íslandi, og vóni at teir eisini fara teir at náa A-kravið seinni, sigur Gutti, sum er venjari hjá teimum báðum.
Treysti hevur nú fýra rennarar við í Talentbólkinum. Hinir er Rebekka og Marnar.
Treysti ynskir tykkum hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari við renningini.




















