
Árliga Kirkjurenningin jólaaftan frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna var á skránni í morgun. Eini 50-60 vælupplagdir rennarar vóru møttir kl. 9.00 í Badmintonhøllini. Nakað bleiv tosað um líkindini, men tey fáa vit onki gjørt við, og so bleiv farið í stóra bussin hjá Askham Bussar. Á veg til Kunoyar vóru tað eini 10 fólk, sum tóku túrin frá tunnilsmunnanum Haraldsundsmegin. Restin legði leiðina heilt til Kunoyar.
Hetta bleiv ein sera minniligur rennitúrur. Veðrið varð sera baldrut. Vænti fá høvdu runnið í slíkum veðri áður. Tað var milt sagt dundrandi mótvindur og oysandi regn allan vegin (undantikið í tunnilinum - har var stilli og turt !) Smáu regndroparnir føldust sum hvassir heglingar móti andlitinum. Var man turrur tá byrjað bleiv, so var ikki ein tann einasti tráðurin turrur tá komið varð til Christianskirkjuna. Tað "klaggjaði" í skónum hjá øllum. Tvørturum byrgingina í Haraldsundi var best at passa sær løðir, fyri at blíva sum minst vátari enn ein var frammanundan. Onkir fekk tó nakað av sjórokið á seg yvirum.
Komin á mál var best at skunda sær í heitt brúsubað og turr klæðir. Síðani møttust tey flestu til ein sera góðan morgunmat á Bakaríðnum hjá Jórun. Takk fyri ein minniligan rennitúr øll somul og GLEÐILIG JÓL.
Myndir eru í myndasavninum ella við at trýsta HER.















