Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

Aðrir stuðlar:





















Avlýsta umfarið í Vetrarkappingini, sum skuldi verða í Havn 10. desember er nú sett til at blíva avgreitt 14. januar í staðin. Tilmeldingin skal gerast av nýggjum. Nærri verður kunnað um kappingina seinni.

Hetta stóð á síðuni hjá FÍF:

Tað er ikki ofta, at rennikappingar hava verið avlýstar. Men sum líkindini eru beint nú, er óhugsandi at líkindini bara vera so nøkulunda í morgin.

Tí hevur kappingarnevndin saman við fyriskiparunum avgørt, at renningin leygardagin verður útsett til næsta ár.

Nógv tykkara høvdu ivaleyst runnið líkamikið hvat, men tað ítróttarliga virðið í einari rennikapping má eisini vera til staðar.

Men nú vera so nakrar vikur afturat at venja til næstu renning, sum verður nýggjárshálvmaraton, sum verður 7. januar á Skálafjørðinum.