
Leygardagin kl. 14. verður 17. og seinasta "Renn fyri heilsuna" í ár. Undirtøkan hevur verið munandi betur í ár enn samanborið við seinasta ár. Orsøkin er helst klokkuslettið. Seinasta ár bleiv byrjað kl. 11.00, meðan tað í ár verður byrjað kl. 14.00.
Eins og undanfarin ár, so verður drigið um ymiskar vinningar á lutaseðlunum, sum hvør einstakur luttakari hevur ognað sær fyri hvørja einstaka luttøku.
Eisini hevur heftið til stempul verið nýtt í ár, har tað var møguleiki at ogna sær trý gávukort frá Intersport á kr. 100, 150 og 200 fyri ávikavist 5, 10 og 15 stempul.
Tey íð hava stuðlað í ár eru:
Tryggingarfelagið Føroyar
Intersport
KBI
INN
EL-IN
Bakaríið hjá Jórun
FAST
Hjá Skós
Eilif Arge Gávubúð
Reyni Service
Vinningarnir á lutaseðlanum eru m.a.:
iPod shuffle frá NEMA
MP3-spælari frá EL-IN
Gávukort frá INN
Gávukort frá Bakaríið hjá Jórun
Gávukort frá Intersport
Gávukort frá Hjá Skós
Gávukort frá FAST
Gávukort frá Eilif Arge Gávubúð
Pannulykt frá KBI
Gávukort frá Hvíthús
Treysti vil takka øllum sum hava luttikið í ár. Tøkk til allar stuðlarnar. Tøkk fyri vinningar til lutaseðilin. Ein stór tøkk til tykkum íð hava fyriskipað renningarnar teir einstøku leygardagarnar.




















