Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Í kvøld bleiv árliga Ólavsøkurenningin hildin í Havn. Líkindini at renna vóru rættiliga góð. Treysti hevði nakrar rennarar við bæði ungar og eldri. Tey kláraðu seg øll væl og komu norður aftur við átta heiðursmerkjum. Seks gull og tvey bronsu.

Julian Gregersen og Rebekka Fuglø, sum vunnu í fjør endurtóku sínar sigrar. Eftir at startskotið var latið av, varð tað ongantíð nakar ivi um, at tey bæi fóru at vinna.

Julian, sum farna vikuskiftið rann 3.000m í uppá 8.44,37 í Íslendska Meistaraheitinum fyri 15-22 ára gomul, bleiv klárt fremstur av teimum 46 monnunum og vann Ólavsøkurenningina við 16.18 min. frammanfyri Hanus Í Horni Nielsen úr Frælsi við 17.26 og Bjarta Johannesen úr Roysnið við 17.32 min. Torgeir Peteren úr Treysti, sum fyri kortum er byrjaður at renna gjørdist nummar átta við 18.43 min. 

Heini Gregersen gjørdist nummar tíggju við 19.14 min. og vann superveteranbólkin. Gunnar Simonsen bleiv nummar 34 og vann ultraveteranbólkin við 23.30 min.

Rebekka, sum fekk trupulleikar meðan hon rann, megnaði kortini at vinna trygan sigur. Tiðin hjá henni bleiv 19.06 min. sum er nakað frá hennara bestu tíð á Ólavsøku. Á øðrumplássið kom veteranurin Rigmor N. Arge úr Hvirluni við tíðini 20.31 min. meðan danska Malene Eilersen gjørdist nummar trý við 21.12 min.

Tabita Hvannastein luttók í bólkinum G13 og bleiv nummar fimm.

Hjá teimum 17 gentunum í bólkinum G7 gjørdi Emily Thomsen úr Treysti bart. Hon rann teir 430 metrarnar uppá 1.50 min. og vann gull átta sekund frammanfyri næstu gentuna.  Yngra systirin Bjarta bleiv nummar 16. 

Jákup Thomsen luttók í bólkinum D10 og bleiv nummar trý av teimum 11 dreingjunum. Hann rann 430m uppá 1.33 min. bert fýra sekund frá nummar eitt og tvey, sum báðir eru eldri enn Jákup.

Debora Hvannasein luttók saman við 11 gentum í bólkinum G10. Hon rann væl og gjørdist nummar trý við tíðini 1.33 min. og var bert eitt lítið sekund frá øðrumplássið.

Vibeka Sivertsen og Kritian Sivertsen luttóku í bólkunum G17 og D17. Tey runnu 1,3 km. Vibeka vann sín bólk við 4.35 min. meðan Kristian bleiv nummar fýra í bólkinum við 4.43 min.

Øll úrslit eru at finna her á leinkjunum niðanfyri:

Gentur 7
Dreingir 7
Gentur 10
Dreingir 10
Gentur/Dreingir 13/17
Vaksin