Heim
>
Tíðindi
> 4. Grand Prix fyri børn og ung verður mikukvøldið
Mikukvøldið 4. august kl. 18 skipar Treysti 4. umfari í Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði
4. og næstseinasta umfar í Grand Prix fyri børn og ung verður á Svangaskarði mikukvøldið 4. august kl. 18-20. Tað er Treysti íð skipar fyri. Freistin at melda til er sunnukvøldið 1. august á miðnátt. Leinkja til tilmelding er her.
Kappast verður í hesum greinum:
Gentur/dreingir 8-9: 60m, kúla
Gentur/dreingir 10-11: 200m, kúla
Gentur/dreingir 12-13: 80m, kúla
Gentur/dreingir 14-15: 800m, longd
Gentur/dreingir 16-17: 800m, longd
Gentur/dreingir 18-19: 800m, longd
Samlaða støðan eftir 3 umfør at finna her gentur og dreingir.