Nú verður høvi at renna kapp norðanfyri aftur. Fyri sættu ferð skipar Treysti fyri rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi).
Rennikappingin verður har norðuri nú sunnudagin. Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár.
Kappingarnar byrja kl. 14.00 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:
kl. 14.00
Gentur & Dreingir f. 2004 ella seinni 400m
Gentur & Dreingir f. 2002-2003 400m
Gentur & Dreingir f. 2000-2001 600m
Gentur & Dreingir f. 1998-1999 600m
Gentur & Dreingir f. 1994-1997 800m
kl. 14.30
Kvinnur & Menn f. 1965-1993 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1955-1964 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1954 ella fyrr 2,4 km
Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 13.00 og kl. 14.00. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál.
Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.
Øll eru vælkomin at vera við.