Sjónvarpsinnslag frá TV2 Bornholm av startinum er at finna HER
Myndir frá renningini vera einaferð at finna HER. Vit vita ikki enn nær koma koma.
Dagbókin hjá Pól:
1xmarathon: Sunnudagur 13. juni Eg var sera, sera spentur til at renna ídag. Tað vóru nógvir luttakarar á breytini - umleið 50 "6 dagar rennarar", 28 "6 tímar" rennarar og 18 "7xmarahon í 6 dagar" rennarar. Eg var sera tungur í dag, hugsaði ofta um, hvat er tað eg havi róta meg uppí, føldi meg troyttan allan túrin. Kanska kom hettar av testini á Ríkissjúkrahúsinum, og allar blóðroyndirnar, eg veit ikki. Tað sum var øðrvísi at renna í dag, var at rennarnir høvdu tíð at tosa við hvønn annan, og uppá sama máta gav man sær tíð til at drekka og at eta. Eg rann leingi saman við tíð besta danska "6 dagar" rennaranum, sum hevði runnið 860 km í 6 dagar, sera áhugavert at hoyra hann greiða frá, gjøgnumsnitt sova teir 3 tímar um døgni í hesar 6 dagarnar, so tað er sera hart, eisini rann eg saman við einum dana, sum hevði runni 65 marathon í 2009, hann vandi onki, bert rann marathon. Eg var væl nøgdur ídag hóast tungur allan teinin. Tíðin var 4.23 tímar.
2xmarathon: Mánadagur 14. juni
Setti mær vekkaran kl. 6.30 og fekk mær havragreyt til morgunmat. Legði meg aftur og fór upp kl. 7.15 eg skuldi byrja at renna kl. 8.30. Eg føldi meg nógv betur ídag, eg skuldi virkuliga ansa eftir, at eg ikki rann ov skjótt, veðrið var avbera gott, umleið 22 hitastig og tað vóru ikki so nógvir rennarar á Breytini sum ígjár. Kom at renna saman við einum presti, sum bert skuldi renna í dag, so tað løtuna helt eg meg vera í góðum hondum. Hann røsti sínum starvsfelagið í Tejn, sum var føroyingur, haldi hann kallaðist fyri Aki Nielsen. Tíðin í dag var 4.17 tímar, annars er tað at leggja afturat, at tey eru rættuliga blíð við meg fyriskipararnir, eftirsum eg komi langvegis frá. Nú liggi eg og hyggi eftir Danmark og Hollandi, tað má vera fyrstu ferð, at eg havi sæð ein heilan dyst í Sjónvarpinum.
3xmarathon: Týsdagur 15. juni “Løvurnar eru tamdar”. Var eymur í lærmusklunum, tá eg vaknaði í morgu, men væl tilpassar annars. Vit byrjaðu at renna kl. 8.30 veðrið var sera gott umleið 18-20 hitastig. Teir fyrstu 10 km var eg sera eymur allastaðni, og so aftaná tað koyrdi tað bara. Eg rann við ógvuliga javnari ferð 6 min. fyri hvønn kilometur. Tá eg kom á mál var tíðin 4.12 tímar. Hetta er 5 min. skjótari enn í gjár, so eg skal til at ansa eftir, at eg ikki øki ov nógv um ferðina. Tað eru hóast alt 4 marathon eftir enn. Tá vit koma á mál, er ein góður biti á fáa. Tað er sera hugnaligt at tosa við allar rennararnar. Nú skal eg ansa væl eftir, at kroppurin fær nokk av proteinum. Eg havi forbrent umleið 3200 Kcal fyri hvørt marathon, so tað skal nakað til aftur fyri at fylla depotini.
4xmarathon: Mikudagur 16. juni
Hettar var dagurin har eg var sera væl upplagdur at halda fram.
Veðrið var sera gott, kanska ov heitt. Rann við sera, sera javnari ferð allan vegin. Sjálvandi merkti eg væl til, at eg havi fingið nógvar blørur á føturnar og onkur negl hevur hug at loysna. Tað royndi eg ikki at fokusera uppá, heldur valdi eg at fokusera uppá hvussu væl tað gekk. Tað skal sigast, at eg hevði etið alt hvat eg kom framá ígjár, serliga tað við proteinum, Belgiskar Vaflur, pannikøkur, so eg var væl fyrireikaður til dagin. Tíðin í dag varð 4 tímar og 8 min. Eg merki at eg eri ein "grønskollingur" í hesum samanhanginum. Teir flestu sum renna her, hava runnið hópin bæði marathon og onnur ultramarathon, meðan eg nærum fordobli mína mongd av marathon hesa vikuna. Vil takka fyri stuðulin eg fái frá tykkum mongu via sms, facebook, meyl, telefon osv. tað fløvar sjálvandi og ger tað munandi lættari at renna. Tað er stuttligt at hoyra, at fleiri tykkara fylgja við beinleiðis meðan eg renni. Nú eri eg komin forbí fyrstu hálvu og havi "bert" trý eftir.
5xmarathon: Hósdagur 17. juni
Ídag rann eg mítt marathon nr. 5. Eins og ígjár so var eg væl upplagdur. Svøvnurin var sera vánaligur, sveittin hevur runnið av mær alla nátt. Kanska møðin nú eitt sindur er við at koma á meg. Veðrið í morgun var avbera gott. Byrjaði sera gott rann rættiliga javnt við ca. 5,30 min. fyri hvønn kilometur alla tíðina. Hettar var væl skjótari enn í gjár, kanska eitt sindur jaligt, men man kundi ákkurat tað sama bjóða “Leyvunum” av. Teir sum eg renni saman við hava runnið frá 75 marathon og til tann besta, sum hevur runnið 441 marathon. Tann eini av teimum rann 75 marathon bara í 2009. Og so komi eg, sum bert havi runnið umleið 12 marathon - ein "Hvølpur" á liðnum. Eg valdi so at taka dystin upp. Hugsaði meðan eg rann, at eg skuldi renna tvey afturat, men "den tid den sorg". Eg hevði dagin ídag og kom á mál við tíðini 3 tímar og 51 min. sum var 17 min. betur enn ígjár! Dagin í morgin taki eg tá hann er komin. Hugsi um tykkum Treysta-vinir. Tit skulu renna intervallir í kvøld á Bøgøtu, nú havi eg bert 2 av 7 intervallum eftir, gott nokk eru tey eitt sindur longri enn tykkara. Havi ein góðan dag .
Gutti: Eg fylgdi við Pól á netinum í morgun og náddi at skráseta 35 millumtíðir av teimum 41 hann rennur hvønn dag. Tvs. 35 umfør á 1.032m og tær millumtíðirnar vóru: 530, 536, 541, 556, 545, 610, 546, 537, 543, 537, 540, 538, 539, 538, 539, 543, 544, 534, 541, 539, 547, 537, 536, 536, 538, 545, 548, 546, 547, 547, 538, 542, 544, 537, 459!
6xmarathon: Fríggjadagur 18. juni PUHA sigi eg bara, nú er nr. 6 marathoni fari afturum. Tað er gott, at eg eri einsamallur á Hotellinum, tí bara ein fluga nærkast so skríggi eg, so eymur eri eg allastaðni í kroppinum.
Tað gekk aftur sera væl í dag veðrið var gott, men kortini ikki so heitt sum hinar dagarnar. Eg valdi at fylgjast allatíðina við 2 rennarum, sum passaðu til mín. Eg var eitt sindur frammanfyri teir ígjár. "Timingin" var perfekt, tíðin í dag varð 3 tímar og 52 minuttir. Ein eg fylgdist við allan teinin í dag segði, at vit høvdu umleið 1 tíma og 58 minuttir fyrru helvt og umleið 1 tíma og 55 minuttir seinnu helvt. Tað eri eg sera væl nøgdur við.
Higartil hevur hettar verið ein ógloymandi vika, tað er bara so stórt, at man ikki kann ímynda sær tað. Sum altíð, so er felagskapurin millum rennararnar avbera góður. Nú mangla bert tað síðsta, sum byrjar kl. 05.00 føroyska tíð. Eg geri mítt allarbesta, og vóni at náða málinum eg havi sett mær. Enn einaferð takki eg fyri allar heilsanir, sum eg havi fingið, og allar “F5” sum fylgja við - tað sum at hava heimavøll
7xmarathon: Leygardagur 19. juni - YESSSSSSSSSSSS!!! Í dag rann eg kl. 05.00, tað vil siga at eg fór upp kl. 03.00 og gjørdi mær morgunmat, svøvnurin var so at siga ongin. Eg hevði lagt øll klæðini klár, um eg skuldi forsovi meg. Nú skuldi eg renna tað síðsta marathoni á hesum sinni. Tankin var bara at gjøgnumføra, og tíðina legði eg onki í. Tá vit byrjaðu, merktu vit at allir, at vit vóru móðir, teir fyrstu 5 kilometrarnir vóru ræðuliga strævnir. Men so skjótt vit vóru komnir uppá 10 kilometrar virkaði tað sum at hettar var mín dagur. Eg fylgdist við teimun somu rennarunum sum í gjár. Tá vit vóru komnir uppá 25 kilometrar kundi annar ikki fylgja við. Vit øktu so ferðina, og tá í vit vóru komnir til 30 kilometrar valdi eg at økja uppaftur meira. Tá rann eg umleið 4.28 min. til 4.40 min fyri hvønn kilometur. Hesa ferðina helt eg, til eg kom á mál. Tíðin í dag varð 3 tímar og 41 minuttir.
Tað var eitt ótrúliga stórt og rørandi upplivilsi, at renna um málstrikuna eftir marathon nr. 7 í 6 dagar eftir 290 km.
Hettar er sjálvandi mítt størsta ítróttaravrik, sum eg havi verið við til. Eg byrjaði hesa venjing miðvíst í januar, og eri sera, sera væl nøgdur.
Í morgin gongur leiðin inn á Ríkissjúkrahúsið, har 9 av okkum, sum hava runnið "7 marathon í 6 dagar" skulu kannast fyri at vita, hvørja ávirkan og um hetta hevur tikið skaðar á kroppin og vøddarnar annars. Síðani gongur leiðin til Esbjerg at vitja míni elskaðu abbabørn. Týsdagin komi eg aftur til Føroyar.
Vil enn einaferð takka fyri áhugan, íð tit hava víst, til mína elskaða konu fyri tolsemi, tykkum Treysta rennarar, Gutti og Jonhard, og ikki at gloyma mínir Sponsorar.
TAKK FYRI ØLL SOMUL - GLEÐI MEG AT SÍGGJA TYKKUM AFTUR !