Sunnudagin kl. 11 føroyska tíð byrjaði Bornholm Ultramarathon. Umframt Pól, so eru tað 17 luttakarar tilmeldaðir í "7xmarathon í 6 dagar" kappingini. Ein teirra, Anders Munch Madsen, hevur m.a. luttikið í 420 marathon, 5 ferð 100km, 3 ferðir 24 tíma renning og 2 ferðir 78 km Swiss Alpine Marathon. Ein annar luttakari, Mogens Pedersen, hevur luttikið í 173 marathon. So tað eru eisini royndir rennarar Pól skal renna saman við.
Fyri nøkrum vikum síðani bleiv Pól spurdur um hann kundi koma við í eina vísundaliga kanning á Ríkissjúkrahúsinum í ber heitið ” Effekten af 7 marathon-løb på 6 døgn”. Hann játtaði at vera við, og tað innibar so tað, at hann var til kanningar fríggjadagin áðrenn renningarnar byrja, og so skla hann aftur aftaná á at seinasta renningin er gjøgnumførd leygardagin á middegi. Tað eru bert teir luttakararnir í hava gjøgnumført "7xmarathon uppá 6 dagar", sum sleppa við til kanningarnar aftaná.
Pól sigur, at testin fríggjadagin gekk væl og at tølini vóru sera góð fyri alt hann bleiv kannaður fyri.
So er bert at vóna at Pól gjøgnumførir, tí spennandi verður at síggja tølini aftaná renningarnar.
Tá tað skal rennast so langt hvønn dag, so er sera umráðandi at ein er tolin og rennur sera spakuliga ella seint. Tað merkir at Pól, sum hevur gjøgnumført nøkur marathon góðar 3 tímar, skal renna øll hesi sjey uppá góðar 4 tímar. Til tey sum kenna til renning og kilometurtíðir, so merkir tað, at hann ístaðin fyri at renna umleið 4.30 min. fyri hvønn kilometur skal renna umleið 6.00 - 6.30 minuttir fyri hvønn kilometur. Pól hevur runnið langar túrar hvørt vikuskiftið nú í longri tíð, har hann hevur vant seg við at renna ”seint”, so hann veit hvat fyri ferð hann skal renna við.
Veðrið á Bornholm til fyrsta dagin er gott umleið 15 hitastig og bláur himmal. Veðurforsøgnin lovar uppaftur betri veður frá mikudegnum og fram til vikuskiftið.
Vit øll í Treysti ynskja okkara Pól allarbestu eydnu á Bornholm og vóna at alt gongur væl.