Mikukvøldið varð, við nýklæktum dómarum á øllum greinunum, fyri fyrstu ferð kappast í frælsum ítrótti í kapping, sum er góðkend av DAF (Dansk Atletik Forbund). Nýklæktu dómararnir hjá Treysti eru: Gutti, Karin, Heðin og Jonhard. Umframt hesi so hevur Andreas dómarakort, sum greinadómari lop.
Líkindi at kappast vóru av teimum allarfagrastu í hugsast kunnu á Svangaskarði. Einir 80 íðkarar vóru til kappingina í greinunum 40m, 80m, 200m, 1.000m, kúlustoyti og longdarlopi.
Tað byrjaði heldur striltið, tí hóast Treysti fyri langari tíð hesi fingið játtandi svar frá B68 um loyvi at brúka økið til kappingina millum kl. 18.00 og 20.00, so var ein kiksari hendur, soleiðis at ein 1. deildar dystur hjá monnum millum B68 og EB/Streym var lagdur samstundis. Tingast bleiv dúgliga um hvat gerast skuldi fyri at bæði tiltøkini ikki skuldu avgreiðast í senn. Toftamenn royndu veruliga mangt og hvat fyri at finna eina loysn, men EB/Streymur vildi onga broyting góðtaka og hildu fast um at spæla dystin kl. 18.00 á Svangaskarði! Tað endaði so við at bæði dystur og kapping fóru fram samstundis. Hóast tað slettis ikki kann góðtakast, so spældi tað bara væl av og allir partar vóru nøgdir aftaná :-)
Keðiligt at slíkt hendir, tí tað skapar óneyðugt stríð og støður fyri báðar partar, sum ein helst vil sleppa undan.
Nógv góð úrslit vóru aftur hesaferð hjá okkara ungu íðkarum, serliga í renningunum. Nú sást tíðiliga, at tað er stórur tørvur á rennibreyt við øllum tilhoyri her hjá okkum. Sum er fáa okkara íðkarar næstan bert vant renning, tí umstøðurnar eru so truplar at venja tekniskar greinar, so sum lop og køst.