Á Norðoyastevnu skipaði Treysti fyri árligu Føroya Bjór Renningini, sum samstundis er 1. umfar í Grand Prix fyri vaksin.
Renningin bleiv avgreidd í frálíkum rennilíkindum, hóast tað var disut, meðan runnið bleiv. Hjá monnunum varð Hallur Holm fremstur, meðan Bjørk Herup Olsen vann hjá kvinnunum. Vinnaratíðin hjá Hallur var 17.18 min. meðan Bjørk setti bæði rutumet og persónligt met við tíðini 17.56 min. Borgar bleiv nummar fimm hjá monnunum við 17.42 min. sum er rættiliga gott hjá honum. Hann vann samstundis veteranbólkin. Fleiri Treysta-menn runnu sera væl og settu persónlig met og komu undir 20 minuttir fyri fyrstu ferð. Rebekka varð næsta kvinna á mál við 20.48 min. meðan Ella bleiv nummar trý við 22.35 min. Hon vann samstundis veteranbólkin frammanfyri Rósu Hammer og Susan Jacobsen. Gunnar bleiv nummar tvey hjá superveteranmonnum.
Børnini vóru sum altíð røsk og vunnu fleiri heiðursmerkir.