Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Um vikuskiftið varð FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt í Havn. Treysti hevði tríggjar íðkarar við. Tey vóru Maria Biskopstø, Einar Gregersen og Júst í Túni. Óluva A. Joensen var eisini tilmeldað, men hon fekk skaða í dysti leygardagin og mátti tíverri geva avboð til kúlustoyt og spjótkast. Annars manglaðu eisini okkara Oyggjaleikaluttakarar Julian Gregersen, Oddvør Josephsen og Rebekka Fuglø, sum øll hava smáskaðar at dragast við. 

Maria luttók í fimm kappingum og vann tær allar. Leygardagin byrjaði hon við 400m rimarenning har hon rann tætt uppá sína bestu tíð á teininum. Næsta kapping var 800m og her vann hon aftur. Triðja kapping var 400m og skuldi hon dystast við Margit W. Frímundsdóttir og Aldu S. Lamhauge. Men Maria lat ongan iva verða um hvør er okkara besti 400m rennari í ár, tá hon enn einaferð var fyrst um strikuna.

Sunnudagurin byrjaði við 100m rimarenning, har hon skuldi kappast við tríggjar aðrar Oyggjaleikaluttakarar, men aftur hesuferð vísti Maria, at hon er ein sera stinnur rimarennari. Hon vann aftur hesuferð. Seinni var tað so 1.500m, sum hon eisini vann.

Einar luttók í 800m leygardagin har hann megnaði at seta persónligt met við 2.02,72 min. Løtu seinni var hann til startin á 5.000m, men eftir einar 3.000m mátti hann gevast, tí hann bleiv illa fyri. Sunnudagin var 1.500m á skránni og her vann einar tryggan sigur og vann sostatt tvey gullheiðursmerkir.

Júst var við í 800m leygardagin og 1.500m sunnudagin. Í 1.500m fekk hann gullheiðursmerki fyri at vinna masters-bólkin 30-39.

Øll úrslitini eru at finna her: FM 2019 úrslit

Myndirnar hevur Bjørg Svabo tikið og fleiri myndir eru í myndasavninum hjá Hvirluni á www.hvirlan.fo